Nevhvalur rikin á land í Sandavági

 

Mynd 1 Nevhvalurin í Sandavági (Mynd: jn.fo)

Tíðliga um morgunin 12. januar varnaðust fólk í Sandavági, at ein deyður hvalur lá á sandinum. Staðfest varð, at talan var um nevhval (Mesoplodon bidens). Hóast sløgini í nevhvalaættini (Ziphiidae) telja 22-23, eru fleiri av sløgunum ikki væl kend, og einans fimm eru skrásett í føroyskum sjóøki. Summi av sløgunum eru enntá aldrin sædd livandi, men einans eyðmerkt tí deyður hvalur er rikin á land.

Í samráð við Vága kommunu varð nevhvalurin fingin í ein lastbil og fluttur til sjódýradeildina hjá Tjóðsavninum í Kaldbak. Her varð staðfest at talan var um ein kallhval. Til ber lættliga at eyðmerkja kynið á nevhvali, tí kallhvalir hava ofta long hvít arr framvið kroppinum. Eins og á tí hjá føroyingum mest kenda nevhvali, døglinginum (Hyperoodon ampullatus), hevur nevhvalur tvær tenn, sum einans koma undan hjá kallhvali. Tennirnar verða ikki nýttar til at tyggja við, men í innanhýsis kappingini um kvennhvalirnar, og er tað soleiðis at kallhvalirnir fáa hesi arr.

Mynd 2 Nevhvalurin fingin til Kaldbaks

Báðar tennirnar á hvalinum høvdu sera áhugaverdan gjarávøkst, sum sæst á myndini niðanfyri. Her er talan um gjar av slagnum Conchoderma auritum. Hetta er stelkað gjar, sum er vanligur snúltari á hvali, men sum eisini kann seta seg á skipaskrokkar og annað, sum flytist spakuliga í sjónum.

Saman við hvalagranskingardeildini á Havstovuni varð hvalurin kannaður nágreiniliga, og varð hann mátaður at vera 4,65 m langur, meðan vektin var 710 kg. Mett varð, at her er talan um, ein miðalvaksnan kallhval, og at hann ikki hevði verið deyður meira enn nakrar fáar dagar, tá hann varð funnin á sandinum. Tað bar ikki til at siga nakað ítøkiligt um deyðsorsøkina, men nevið var brotið, so hvalurin kann vera deyður, av tí at hann er ásigldur. Eftir at nærum øll veiða varð bannað, er ásigling ein av høvuðs deyðsorsøkunum hjá smáhvali, umframt at teir kunnu fløkjast í fiskireiðskapi.

Mynd 3 Gjar av slagnum Conchoderma auritum

Hvalurin varð síðani skorin upp og alt tvøsti og spiki burturbeint, tí endamálið hjá Tjóðsavninum er einans at varðveita beinagrindina. Tjóðsavnið hevur eina ófullfíggjaða beinagrind av nevhvali á goymslu, og tað er sera sjáldsamt, at nevhvalir, sum eru riknir á land, eru í so heilum líki sum hesin hvalur úr Sandavági. Tí er henda beinagrind verd at varðveita til framsýning.

Rovini av hvalinum eru tí koyrd í kør at rota, til allar kjøtleivdir eru burtur, og einans beinini eru eftir. Tá kann arbeiði at reinsa og seta beinagrindina saman byrja.

Mynd 4 Hvalurin verður skorin upp


Samband

 
Previous
Previous

Grækarismessurøða hjá Kolbrún í Haraldsstovu

Next
Next

Altjóða vátlendisdagur