Altjóða vátlendisdagur
Í dag, 2. februar er altjóða vátlendisdagur! Vit royna ofta at umgangast tey reyðu, mosakendu, runutu og vátligu lendini, tá vit eru í haganum. Hóast hesi lendi kanska ikki tykjast so tespilig við fyrsta eygnabrá, so eru tey sera týdningarmikil náttúruøkir í Føroyum.
Vátlendi veita ein hóp av gagnligum, men ofta undirmettum tænastum fyri okkum av ymsum slag. Eitt nú reinsa tey drekkivatnið og virka sum ein svampur, tá áarførið er, verja fyri ógvusligum veðri og goyma og upptaka kolevni. Hóast mólendi, sum eru eitt slag av vátlendi, fevna um bert 3% av jarðarskorpuni, goyma tey kortini næstan 30% av heimsins kolevni! Tey hava tí serstakligan stóran týdning fyri kolevnisringrásina og mett verður, at mólendi goyma tvær ferðir so nógv kolevni sum heimsins skógir.
Í Føroyum hava vit enn nøkur órørd vátlendi. Hesi økini hava stóran týdning fyri okkara lívmargfeldið og goyma nógv kolevni, og vit eiga at varðveita tey. Hesi vátlendi eru eitt nú Fjallavatn, Borðan á Nólsoynni, millum Tjarnir við Loranstøðina á Eiði, Stóratjørn í Hoyvíkshaganum og mýrilendi á Mykinesi.
Vátlendisdagurin
Altjóða vátlendisdagurin hevur til endamáls at varpa ljós á týdningin av hesum náttúruøkjum fyri okkum menniskju, náttúru og veðurlag. Hetta hevur stóran týdning, tí hóast vátlendi hýsa nógvum sjáldsomum plantu- og fuglasløgum, sum bert trívast í vátlendi, goyma og upptaka nógv kolevni úr lofthavinum og veita vistveitingar fyri okkum menniskju fyri fleiri billiónir um árið, telist hendan vistskipanin millum okkara mest hóttu vistskipanir.
Vit missa vátlendi
Á heimsstøði missa vit vátlendi tríggjar ferðir so skjótt sum regnskógir. Serliga eru tað útbyggingar, avveiting, velting og veganet, sum hótta okkara vátlendi. Aftur at hesum verða vátlendi eisini skødd av grótgoymslum, orkuframleiðslu, viðarlundum og øðrum. Tað hevur tí týdning at verju órørdu vátlendini, men neyðugt er eisini at endurbøta skødd vátlendi fyri at økja um útbreiðsluna av hesi vistskipan og búøkini hjá okkara sjáldsomu plantu- og fuglasløgum.
Tá vátlendi verða avveitt, hevur hetta við sær høgt CO2 útlát. Hetta útlát er ikki partur av føroysku útlátsfrágreiðingini enn. Í Í grannalondum okkara er hetta útlát partur av teirra útlátsfrágreiðingum og sæst dálkingin væl aftur í útlátstølunum. Í Føroyum mangla vit tøl og skrásetingar fyri okkara vátlendi, og inngongur útlátið tí ikki í okkara útlátsfrágreiðingum. Í Føroyum eru nógv vátlendi avveitt, umframt at vit hava skorið torv í fleiri árhundrað, og tað er tí týdningarmikið, at hesar mátingar og skrásetingar verða gjørdar fyri at finna útav, hvør CO2 dálkingin av hesum er.
Í Føroyum hava vit eisini tørv á at skráseta og fáa til vega vitan um vavið á okkara vátlendum, hvørji sløg av vátlendi eru í Føroyum og kunnleika um førimuni hjá okkara vistskipanum sum kolevnisgoymslur, t.e. hvussu nógv kolevni tær kunnu upptaka og goyma.
So næstu ferð tú gongur í haganum og gerst vát/ur um stivlarnar, fert tú ikki at ilskast, men heldur at gleðast um, at henda heilt serliga vistskipanin er í Føroyum. Góðan altjóða vátlendisdag!
Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á plantudeildini, greiddi frá týdninginum av vátlendum í Góðan morgun, Føroyar í morgun.
Keldur: (1) https://www.worldwetlandsday.org/ (2) Bonn, Aletta, et al. "Peatland restoration and ecosystem services: an introduction." Peatland restoration and ecosystem services: science, policy and practice (2016): 1-16.