Savnsfagnaður 2021

 

11. til 15. oktober er heystfrí og á Tjóðsavninum gleða vit okkum aftur í ár at bjóða tær vælkomnan á Savnsfagnað. Savnið er opið hvønn dag frá kl. 11 - 13 og kl. 14 - 16, og skráin er fylt við tilboðum til bæði børn og vaksin.

Evnið á ársins Savnsfagnaði er “Ull er Føroya gull”

Í Føroyum eru fleiri seyðir enn fólk. Seyðurin er allastaðni og hann hevur verið her øgiliga leingi. Fyrr í tíðini hevði ullin sera stóran týdning fyri føroyingar. So stóran, at uttan ullina og tað, sum fekst burturúr henni, bar illa til at liva her.

Í dag hevur ullin kanska ikki eins stóran týdning, men fyri at siga spennandi søguna um “føroya gull” hava vit latið eina flotta, nýggja framsýning upp, ið snýr seg um seyðin og ullararbeiðið í Føroyum.

So nú er bara at koma á Savnsfagnað at hugna sær og hava tað stuttligt. Tit kunnu snúgva tykkum ígjøgnum snúðiniborgina, spæla vendispæl, gera eina trølltoppu, hoyra huldusøgu og mangt mangt annað.


Avmarkað atgongd!

Orsakað av koronu er avmarkað atgongd á Tjóðsavninum og øll skulu skrásetast talgilt. Atgongumerki kosta 20 krónur og skal vísast við dyrnar - talgilt ella á prenti.


Verkstovur

Ger tín egna pompon-lyklaring

Í verkstovuni sleppa børn at gera sær ein pompon-lyklaring úr tógvi og perlum. Eisini kann endurskinstráður blandast við tógvi, so lyklaringurin kann brúkast sum endurskin á skúlataskuni.

Ger gylt til-og-frá-merki

Eisini er møguleiki at gera sítt egna gávumerki úr gyltum tilfari. Merkini eru skorin sum eitt lambaoyra, sum børnini kunnu klippa teirra egna “mark” í.


Lær teg at spinna

Royn teg við at spinna á einum veruligum gomlum rokki. Set teg á bonkin við karðum, nert og lukta ullina. Merk mun á pløggum bundin við ull ella akrýl.

Ger tína egnu “trølltoppu” eins og tær, sum børnini spældu við fyrr í tíðini.

Í Roykstovuni fáa tey vitjandi kensluna av, hvussu tað var at arbeiða í roykstovuni í gomlum døgum.  


Granskarasøgur og uppgávuhefti

Hvønn dag kl. 14.30 kanst tú heilsa upp á veruligar granskarar og serfrøðingar, sum siga frá spennandi granskarasøgum um søgu, náttúru og fornfrøði. Sum vant er eisini eitt uppgávuhefti til øll børn at stuttleika sær við, fult við læruríkum uppgávum, sum kunnu loysast bæði á savninum og heima við hús.


Heiða og hulduseyðurin

Aftur í ár kemur huldugentan Heiða at heilsa uppá børnini - hesuferð við eini nýggjari søgu um seyð, ull og um hulduseyð sín.

Ein livandi søga fyri yngru børnini.


Seyða-bio

Kom og síggj eldri føroyskar filmar og upptøkur úr Savnsgullinum av seyðahaldi í Føroyum.


Kom nærri....um tú torir

Í sjóneykuni vaksa kykt, sum liva á seyði, í stødd. Sjálvandi verða eisini onnur kykt at síggja.


Kahoot_Logo.svg.png

Ullint KAHOOT!-kapping

Stuttlig og lærurík kahootkapping verður hvønn seinnapart, har evnið er seyður og ull.


Skráin er hendan allar dagarnar

11.00 Savnið letur upp

11.15 Heiða og hulduseyðurin

13.00 Savnið letur aftur

14.00 Savnið letur upp

14.30 Dagsins granskarasøga

16.00 Savnið letur aftur


Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum til Savnsfagnaðin 2021!

 
Previous
Previous

Nýggjur savnsteknikari settur á Tjóðsavninum

Next
Next

Plantufrøðiligi urtagarður Tjóðsavnsins í Hoyvík letur alment upp.