Grækarismessurøða hjá Kolbrún í Haraldsstovu
Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Tjóðsavninum, fekk heiðurin at halda ársins grækarismessurøðu á Vaglinum í Havn. Her kunnu tit lesa røðuna.
Altjóða vátlendisdagur
Vátlendi veita ein hóp av gagnligum, men ofta undirmettum tænastum fyri okkum av ymsum slag. Eitt nú reinsa tey drekkivatnið og virka sum ein svampur, tá áarførið er, verja fyri ógvusligum veðri og goyma og upptaka kolevni
Skriðan í Syðradali
Um aldarskiftið leyp stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni, sum nú verður granskað og endurbøtt í samstarvi við jarðareigaran av Blankskálagarði, Bjørn Kalsø, Miðnám í Vestmanna og Landgræðsluna í Íslandi. Hóast 22 ár eru liðin, síðan skriðan leyp, sæst stóra sárið enn í lendinum.
Plantufrøðiligi urtagarðurin á Tjóðsavninum
Statens Forsøgsvirksomhed byrjaði í 1920 landbrúks royndarvirksemi í Hoyvík. Reyðmálaðu bygningarnir eru upprunaliga bygdir til virksemið hjá royndarstøðini og hýsa í dag fyrisiting Tjóðsavnsins. Tríggir urtagarðar vórðu eisini gróðursettir: ein í Kúrdali, ein kring sethúsini og hesin oman móti Hoyvíkini. Ivasamt er, hvønn leiklut urtagarðarnir høvdu við virksemið á royndarstøðini, tí urtagarðarnir vórðu mest nýttir til prýðisplantur.