Nýggjur bóklingur um fornminni í Kirkjubø

 

Tjóðsavnið gevur út nýggjan bókling: ”Fornminni í Kirkjubø – Biskupssætið Føroya í miðøld”. Útgávan er liður í miðlan savnsins av mentanararvinum á hesum serliga staði. Í høvuðsheitum fevnir hesin mentanararvur um leivdirnar av stórbæru dómkirkjuni, sum vit vanliga nevna Múrin, um sóknarkirkjuna, ið er einasta miðaldarkirkja, ið enn er í brúki í Føroyum, um lítlu kirkjutoftina úti á Líkhúsfløtti og um tað, sum eftir er av biskupsgarðinum. Gamli bispagarðurin er í dag partvíst kjallari undir miðaldarligu bóndahúsunum í Kirkjubø.

Bóklingurin er ein dagføring av bóklinginum, ið Føroya Fornminnissavn og Føroya Fornminnagrunnur góvu út í felag í 1989. Nú sum tá er tað Símun V. Arge, ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum, sum hevur skrivað bóklingin, ið er prentaður á fýra málum – á føroyskum, donskum, enskum og týskum.

49594149_1990320681052189_5084064337165811712_o.jpg
 
Previous
Previous

Ókeypis atgongd til Tjóðsavnið restina av árinum

Next
Next

Bókaútgáva á Tjóðsavninum