Stuðulstiltak til frama fyri neyðstødd í Ukraina
Hvat goymir seg undir gólvinum í Stokkastovuni ?
Leygardagin 26/3 hevur tú møguleika at hyggja inn undir gólvið í Stokkastovuni saman við fornfrøðingunum á Tjóðsavninum. Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross.
Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum. Ymiskir lutir frá grevstrinum verða sýndir fram uttan fyri Stokkastovuna.
Hvørt korter greiða fornfrøðingar frá útgrevstrinum inn í Stokkastovuni. Avmarkað pláss er til hvørja rundvísing.
Starvsfólk frá Løgmansskrivstovuni bjóða ein kaffimunn.
Tiltakið er fyri øll og er ókeypis, men møguleiki er fyri at stuðla neyðstøddum í Ukraina við einari peningagávu.
Stuðulstiltakið verður í Stokkastovuni úti í Tinganesi leygardagin 26/03/22 millum klokkan 11-13.
Eru spurningar viðvíkjandi tiltakinum, kunnu tit seta tykkum í samband við Ann Sølviu S. Purkhús á tlf. 790592.