Gerandislív á Eiði 1968, myndaframsýning við fotomyndum hjá Adam Woolfitt

 
Mynd: Adam Woolfitt

Mynd: Adam Woolfitt

Hólmahúsið 22.-24. mai 2021

Á sumri 2018 fekk Tjóðsavnið stórt myndasavn frá enska fríyrkismyndamanninum Adam Woolfitt í gávu.

Myndirnar eru frá 1968 og1969 og lýsa føroysku náttúruna, gerandisdagin, arbeiðslívið og veitslulagið. Myndirnar tók Adam fyri blaðið National Geographic – ein myndarøð av “eksotisku” Føroyum. Myndirnar vórðu brúktar í grein í National Geographic í 1970, sum kallaðist “The Land of Maybe”.

Mynd: Adam Woolfitt

Mynd: Adam Woolfitt

Summarið 2020 setti Tjóðsavnið upp serframsýningina “Gløgt er gestsins eyga” í Finsen í Havn. Við framsýningini ynskti Tjóðsavnið saman við Adami at hátíðarhalda, at 50 ár vóru síðani, at myndirnar komu út.

Myndirnar eru úr øllum Føroyum, men nakrar bygdir eru serliga væl umboðaðar í myndasavninum, og er Eiði ein av hesum. Tjóðsavnið hevur valt út nakrar eiðismyndir til hesa serframsýning við heitinum “Gerandislív á Eiði”. Hóast hetta heiti, eru nakrar myndir frá Gjógv eisini tiknar við í framsýningina.

Mynd: Adam Woolfitt

Mynd: Adam Woolfitt

Eftir ætlanini skuldi Adam Woolfitt, við familju, vera við til at lata serframsýningina upp í Finsen summarið 2020, men Covid 19 og tilmælir forðaði teimum at ferðast úr Bretlandi, ið var læst vegna ov høgt smittutrýst. Adam gjørdi tí ein stuttfilm ístaðin, har hann greiddi frá vitjan síni í Føroyum, hvussu hann upplivdi tað føroyska fólki, náttúru og mentan síðst í trýssunum. Møguleiki verður at síggja stuttfilmin á serframsýningini á Eiði.

Til ber at keypa myndirnar, ið eru á framsýningi. Høvi verður eisini at koma við upplýsingum um støð og persónar á myndunum.


Adam Woolfitt.jpg
 

Hvør er Adam Woolfitt?

Adam Woolfitt er føddur í Onglandi í 1938. Longu sum 11 ára gamal tók hann eina avgerð um, at hann ynskti at blíva myndamaður. Adam tók útbúgving á Guilford College og arbeiddi millum annað sum myndamaður á einari lýsingarstovu og á blaðstovuni hjá The Telegraph í 6 ár. Júst tann starvsleiðin var ikki fyri hann og sum 28 ára gamal fekk hann fyrstu fríyrkisuppgávuna fyri myndablaðið National Geographic – og hevur tikið myndir fyri National Geographic í 30 ár.





 
Previous
Previous

AVLÝST: Plantufrøðiligi urtagarðurin í Hoyvík letur upp

Next
Next

Fígging latin til gransking í Koltri