Tjóðsavnið á árligu ráðstevnuni hjá Vistfræðifelag Íslands

 
Mynd: Agnes-Katharina Kreiling.

Mynd: Agnes-Katharina Kreiling.

Fýra av lívfrøðingunum á Tjóðsavninum luttóku á árligu ráðstevnuni hjá Vistfræðifelag Íslands 16. – 17. apríl 2021. Orsaka av Corona var ráðstevnan netborin, men við 160 luttakarum var hon væl størri enn undanfarin ár.

Á ráðstevnuni vóru 10 fundir við samanlagt 57 munnligum framløgum og 17 spjaldraframløgum. Evnini vóru alt frá atburði hjá fiski til trýst av djórabiti á sub-arktiskar vistskipanir. Harumframt var ein serfundur um innslødd plantusløg við einum serfrøðinga pallborðskjaki. Ískoytið hjá Tjóðsavninum var eitt veggjaspjaldur við heitinum “The beetle fauna of the island of Koltur and a new record for the Faroe Islands” (Klukkur í Koltri og eitt nýtt slag fyri Føroyar).

Ráðstevnan var gevandi og var eitt frálíkt høvið til at koma á tal við yrkisfelagar í Íslandi og øðrum Norðurlondum.

Vistfræðifelag Íslands, VistÍs, er partur av Nordic Society Oikos, sum er felagskapur fyri vistfrøðingar í Svøríki, Noregi, Danmark, Finlandi og Føroyum. Felagskapurin eigur og útgevur fleiri vísindalig tíðarrit, og heimasíðan er www.nordicsocietyoikos.org.


Screenshot: Agnes-Katharina Kreiling

Screenshot: Vistfræðifélag Íslands


Samband

 
Previous
Previous

Fígging latin til gransking í Koltri

Next
Next

Fyrsta nýggja tøðklukkan í 105 ár