Fyrsta nýggja tøðklukkan í 105 ár
Fyri fyrstu ferð í 105 ár hava granskarar á Tjóðsavninum staðfest eitt nýtt slag av tøðklukku. Seinast var Trongisvági í 1916.
Í juni 2019 vóru fimtan tøðklukkur savnaðar úr seyðatøðum í Koltri. Nú hevur Agnes-Katharina Kreiling kannað hesar og hon kom eftir, at hetta ikki var eitt av teimum trimum sløgunum sum áður eru skrásett í Føroyum. Hetta vísti seg at vera Aphodius borealis.
Hervið eru fýra sløg av tøðklukkum (Aphodiinae) skrásett í Føroyum. Aphodius borealis hevur fingið føroyska navnið norðurtøðklukka. Hini sløgini eru roðatøðklukka (Aphodius lapponum), koltøðklukka (Aphodius ater) og svávultøðklukka (Aphodius foetidus). Øll fýra sløgini víggja og vaksa í seyða- og neytatøðum.