Fígging latin til gransking í Koltri
Grundarlagið lagt undir 3 ára náttúrugransking í Koltri
Í farnu viku fekk Tjóðsavnið latið fígging til trý ára gransking av náttúruni í Koltri. Tað er danski grunnurin Aage V. Jensens Fonde, sum hevur mett hesa verkætlan hava so stóran týdning, at avgjørt varð at lata 2 mió. kr. til endamálið.
Tjóðsavnið byrjaði granskingina av náttúruni í Koltri í 2019, og úrslit síggjast longu, m.a. fyrsta skrásetingin av norðurtøðklukku í Føroyum. Við stuðlinum fær verkætlanin veruliga vind í seglini, og í summar verður hildið á við kanningunum av plantu- og djóralívinum í Koltri. Komandi trý árini verða mannagongdir gjørdar, sum leggja granskingina í eina fasta legu, so til ber at fylgja broytingum í náttúruni, og ikki minst skjalfesta hesar broytingar.
Koltur verður fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð í Føroyum. Her verða eisini tiltøk framd, sum koma at endurbøta partar av oynni til nakað, ið er meira upprunaligt. Við tíðini verður gjørligt hjá føroyingum at síggja náttúru uttan mannaskapta ávirkan.
Tað er alstórur tørvur á at kanna, hvussu náttúran er fyri í Føroyum. Slóðbrótandi granskingararbeiðið í Koltri fer at skapa eitt grundarlag fyri náttúruvísindaligum kanningum framyvir. Eisini fer verkætlanin at minka um stóra vitanargloppið innan náttúru í Norðuratlantshavinum.
Tað eru plantudeildin og landdjóradeildin á Tjóðsavninum, sum standa fyri verkætlanini.