Kvinnumóti á Eystanstevnu í 60-unum

 
9067-02-0023.jpg

Gripurin hendan mánaðin er henda forvitnisliga og lívsjáttandini myndin, ið Adam Woolfitt, tók í Runavík summarið 1968 ella 1969 helst í sambandi við Eystanstevnu. Vit síggja sjey ungar kvinnur uppsnollaðar, ið ganga túr á havnarlagnum. Inneftir síggja vit eyðkenda gula turkihúsið á Høgabóli við Saltangará.

Símun Simonsen hevði í fyrru helvt av 20. øld stórt virksemi á Høgabóli við handli og útgerðarvirksemi. Síðani turkingin av fiski datt niðurfyri, hevur bygningurin mest verið brúktur til goymslu. Bygningurin stendur enn og er framvegis goymsla.

Áhugavert er at síggja litføgru klæðini hjá kvinnunum, sum standa sum mótsetningar til myrku klæðini hjá monnunum aftarlaga á myndini. Av teimum sjey kvinnunum er bert ein í føroyskum klæðum. Í dag hevði lutfallið helst verið øvugt.

The Isles of Maybe

Tað er Adam Woolfitt, sum hevur tikið myndina. Hann var í Føroyum í 1968 og 1969. Nakrar av myndum hansara vóru nýttar í stórari grein nevnd “The Isles of Maybe”, sum stóð í tíðarritinum National Geographic 138, no. 3 frá 1970.

Greinin.JPG
Perma NG 1970.JPG
 

forkunnug Myndaframsýning í summar

Í 2019 lat Adam Woolfitt savninum originalarnar til allar myndirnar hann tók í Føroyum nevndu árini – í alt 1450 myndir. Í sambandi við yvirtøkuna er avtalað, at Tjóðsavnið setur upp framsýning við útvaldum myndum.

Framsýningin letur upp í Havn beint fyri Ólavsøku í ár, og síðani fer hon á ferð kring landið.

Nakrar av myndunum hjá Adam Woolfitt, sum kunnu síggjast á spennandi framsýningini í summar.

Nakrar av myndunum hjá Adam Woolfitt, sum kunnu síggjast á spennandi framsýningini í summar.


Samband

 
 
Previous
Previous

Silvurmynturin frá Danelagen til Netflix

Next
Next

Priapulus caudatus