Mólendi - lívsneyðugar vistskipanir
Mólendi
Visti tú, at mólendi eru lívsneyðugar vistskipanir? Mólendi og vátlendi tykjast kanska vera ógagnlig og oyðin økir við fyrsta eygnabrá. Men veruleikin er tann, at hóast mólendi bert fevna um 3% av jarðarskorpuni, goyma tey í sær næstan 30% av heimsins kolevni! Mett verður at mólendi goyma tvær ferðir so nógv kolevni sum skógir. Hetta merkir at kolevnisútlát frá bilum og øðrum menniskjaligum ídnaði verður upptikin av mólendum og skógum ístaðin fyri at fara út í luftina og á tann hátt hita jørðina. Mólendi forða eisini fyri yvirflóð og geva fólki mat og brennievni. Somuleiðis hýsa tey sjáldsomum plantu- og djórasløgum sum bert trívast í hesum heilt serliga vátliga umhvørvi.
Mólendi eru ein natúrlig loysn fyri at minka um veðurlagsbroytingar. Um vit verja tey, verja vit eisini okkara viðbreknu náttúru.
Sameindu Tjóðir (UN) hava kunngjørt at komandi tíggjuáratíðarskeiðið skal vera nýtt til at varpa ljós á endurbøting av vistskipanum. Tey meta at endurbygging av náttúru vistskipanum kann vera við til berja veðurlagskreppuni og stuðla undir altjóða vatngoymslu og lívfrøðiligum margfeldi.
Mólendi eru bleyt og vátlig lendi, úr mógvi. Mógvur er eitt kolevniskent jarðlag úr partvíst niðurbrotnum plantuleivdum, sum yvir eitt langt tíðarskeið hevur hópað seg upp í vátligum viðurskiftum. Mólendi eru at finna kring allan heimin - í frostøkjum tætt við pólarnar, á høgum breiddarstigum, við strandarøkir, niðanfyri tropiskar regnskógir og í skógunum norðanfyri.
Hóast teirra altjóða týdning, verða mólendi drenað, umbroytt til landbúnað og oyðiløgd av olju- og gassleiting. Mólendi vera eisini útsett fyri eldsbruna og seyðabiti og nýtt sum brennievni.
Fyri at lúka krøvini og halda miðal hitavøksturin niðanfyri 2˚C, mugu henda bráðneyðugar broytingar. Hetta fyri at goyma kolevnið har tað hoyrir heima – í tí vátliga lendinum niðri í jørðini. Somuleiðis er neyðugt at væta og endurbyggja oyðiløgd og drenað mólendi, soleiðis at útlátið av vakstrarhúsgassum verður forðað og tær ágóðarnir mólendi geva, verða vard.
Tað er sera umráðandi at vit gerast meira tilvitað um týdningin av mólendum. Hetta tí at vit eisini hava nógv mólendi í Føroyum. Og hóast tey eru smá, hava tey stóran týdning í altjóða høpi. Sum áður nevnt, goyma tey í sær nógv kolevni, og nógv fugla- og onnur djóra- og plantusløg trívast væl har. Vit hava eina sera viðbrekna náttúru í Føroyum, og tí mugu vit verja og varðveita øll tey náttúruøkir vit kunnu!
Les meira um mólendi og hvussu vit kunnu vera við til bjarga teimum á www.globalpeatlands.org