Fornminni á Kortal.fo
Jarðføst fornminni og friðaðir bygningar eru nú eisini at finna sum løg á kortalinum hjá Umhvørvisstovuni www.kortal.fo. Kortløg eru staðsettar dátur, sum kunnu leggjast á eitt bakgrundskort, eitt nú føroyakort. Onnur kortløg eru yvir adressur, matriklar, staðarnøvn o.a.
Á kortlagnum við jarðføstum fornminnum, eru millum annað fyrndarbýlingar og toftir úr víkingatíð og miðøld. Eisini eru yngri toftir, eitt nú vakhús, ið m.a. vórðu nýtt tá sjórænarar herjaðu í Føroyum. Á kortlagnum við friðaðum bygningum eru friðaðu kirkjurnar, handilshús, sethús, gróthús, myllur og aðrir bygningar.
Fleiri fornminni eru ávegis inn á kortlagið, eitt nú krígsminni frá seinna heimsbardaga. Miðað verður eftir at ein nágreinilig lendisskráseting av øllum Føroyum verður gjørd, so øll fornminni verða skrásett á kortið so hvørt.
Kortlagið yvir fornminni í Føroyum er ikki endaligt, men livandi, tí tað leggjast fornminni afturat, so hvørt tað undir grevstrararbeiði verður komið fram á fornminni, tá lendisskrásetingar verða gjørdar og tá bygningar verða friðaðir.
Endamálið við at leggja kortløg við fornminnum á kortal.fo, er at upplýsa byggimyndugleikar og onnur um, hvar jarðføst fornminni eru staðfest og hvørjir bygningar eru friðaðir. Við kortløgum á kortal.fo verða fornminnini meiri sjónlig og kunnu tí verða betri vard.
Tjóðsavnið hevur antikvariska umsiting av friðaðum fornminnum og bygningum og umsitur kortløgini um fornminni á kortalinum. Kortløgini eru vegleiðandi og nærri upplýsingar um fornminni og friðaðar bygningarnar og umliggjandi øki fást við at venda sær til Tjóðsavnið.
Tjóðsavnið heitir á fólk um at boða frá, um tey eru varug við fornminni, ið eru í vanda fyri at verða skalað, eins og Tjóðsavnið fegið tekur ímóti rættingum og ískoytum til kortløgini frá staðkendum og áhugaðum fólki. Fráboðanir skulu sendast til savn@savn.fo