Samstarv

 

Toke Thomas Høye
(Aarhus University)

 

Náttúrufriðlendi

Eitt náttúrufriðøki verður í nærmastu framtíð skipað í Koltri. Sum fyrsta lið í hesi ætlan skipar Tjóðsavnið fyri at skráseta plantur og djór á oynni og skapa eitt yvirlit yvir lívmargfeldið, sum tað sær út nú. Eitt slíkt yvirlit skapar grundarlag undir langtíðareftirliti við vistfrøðini, endurskapan av upprunanáttúru og burðardygga nýtslu av Koltri til frítíðar- og undirvísingarendamál.


GRUNDKANNING

Tjóðsavnið kannar í løtuni fjølbroytni av plantum, fugli og ryggleysum djórum á Koltri, so hetta kann nýtast sum grundarlag fyri framtíðar ætlanum. Harumframt, so verða mannagongdir skipaðar, sum skulu tryggja einsháttaða innsavnan av dátum og sum tryggja at handfaring og umsjón av dátum verður sambært FAIR grundreglunum.

Grundkanningin er stuðla av Aage V. Jensens Fonde og koyrir í trý ár (2021-2023).

Kolturstoymið


ÆTLANIN FRAMYVIR

Tá grundkanningin er liðug verður náttúrufriðøkið skipað í fleiri partar. Onkur partur verður atkomuligur hjá almenninginum, meðan onkur partur verður avmarkaðaður til vísindalig endamál. Í onkrum øki verður bitið minkað við at lækka seyðatalið og aðrastaðni skal bitið steðga heilt. Vistfrøðiligu avleiðingarnar skulu skrásetast og granskast neyvt.

Map of Koltur highlighting different habitat types and management zones, as well as sampling plots (red dots), different walking routes (dashed lines) and various structures planned for the future, e.g., a fence dividing the nature reserve from the cultural heritage site (bold black line).


Samband