Sanatoriið í Hoydølum skal friðast
Bygningarnir frá Sanatoriitíðini hava stórt mentanarsøguligt og sosialsøguligt virði, og sum bygningsverk er Sanatoriið eindømi í Føroyum.
Lodna orsøk til fuglavað í Kaldbaksbotni
Síðst í mai mánaði sást eitt fuglavað í sjálvum áarósanum í Kaldbaksbotni, har nógvur ymiskur fuglur var at síggja, másafuglar stóðu í sjálvari ánni og ótu, meðan ternurnar stoyttu seg og fingu okkurt slag av smáfiski.
Bókaútgáva: Handilsviðurskifti í útnorði árini 1400-1700.
Í 1500-árunum sigldu mong skip um Atlantshav úr Norðurtýskalandi til Íslands. Flestu teirra fóru úr býunum Hamburg og Bremen, sum báðir vóru sterkir og máttmiklir limir í sonevnda Hansa-handilsfelagsskapinum. Eisini í Føroyum vitjaðu skipini í royndunum at keypa fisk aftur fyri gerandisvørur og matvørur.
Summar við Tjóðsavninum
Kom við Tjóðsavninum á spennandi upplivingartúrar í summar fyri bæði børn og vaksin við serkønum frásøgufólkum og ferðaleiðarum
Nýggj tíðarfesting á Velbastað
Nýggj tíðarfesting bendir á, at kristna trúgvin á Velbastað er væl eldri enn umleið ár 999, tá ið Sigmundur sigst hava kristnað Føroyar.
Súgkjaftar í Føroyum
Súgkjaftur bítir ikki, men stingur í staðin við sínum kjaftlimum og sýgur sína føði. Leivur Janus Hansen hevur saman við Jens-Kjeld Jensen givið út áhugaverda grein um súgkjaftar í Føroyum.
Fríður ferðast tjóðfuglur føroya
Hvaðani koma tjøldrini, og hvar fara tey, tá summarið fer at halla? Ringmerking hevur í stóran mun svarað hesum spurningum
Savnsfagnaður í heystfrítíðini
Ársins Savnsfagnaður er í heystfrítíðini og skráin er fylt við kappingum, framsýningum og spennandi upplivingum fyri alla familjuna
Innihaldsrík ársfrágreiðing
Tjóðsavnið hevur júst givið út ársfrágreiðing um spennandi og fjølbroytta virksemið í 2017-2018
Grindin ferðast suður gjøgnum Hetlandsrennuna
Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu 7. juli, hevur seinastu vikuna ferðast suður gjøgnum Hetlandsrennuna.
Serframsýningin "Smátt - men stórt" útsett til 9. august
Framsýningin byrjar 9. august. Framsýningarnar um Merkið og føroysku klæðini halda fram eina viku.
Framsýning um føroysk klæðir á ólavsøku
Kom og síggj, hvussu nýggj føroysk klæðir verða skapt við íblástri frá gomlum myndum og pløggum á goymslu Tjóðsavninum
Hvalamerking í Gøtu
Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi.
Drunnhvíti á reiðri
Fyri fyrstu ferð ber til hjá øllum føroyingum at síggja drunnhvítar á reiðri. Tjóðsavnið hevur sett upp myndatól, sum stroymir eitt par av drunnhvítum beinleiðis.
Opið á Hvalastøðini við Áir í summar
Hvønn fríggjadag til 30. august verður Hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum og rundvísing verður tríggjar ferðir um dagin
Ein ídnaðarsøga úr Svínoy
Í Svínoy var stórt vørutrot men eisini stórt uppfinnsemi undir seinna heimsbardaga
Varðveitingararbeiðini í Kirkjubø halda fram
Varðveitingararbeiðini í Kirkjubø halda nú fram og aftur í ár verður arbeitt á tveimum mótum – á Múrinum og á Líkhúsi