Lundararmingi
Lundararmingi er ein heldur sjáldsom planta í Føroyum, sum higartil bert er funnin á tveimum oyggjum. Hóast sjáldsom, veksur hon kortini væl í urtagørðum - eisini í plantufrøðiliga urtagarðinum í Hoyvík
Prunk úr víkingaøld
Hesi forvitnisligu prunk vísa okkum, at sami súmbolikkur, ið er at finna í Skandinavia, eisini er at finna á gripunum í Føroyum frá víkingaøld. Tí kann eisini hugsast at somu áskoðanir og siðvenjur vórðu í Føroyum í víkingaøld, sum aðrastaðni í Skandinavia og Útnorði.
Strimmilskrivarin hjá Hilbert
Eina ferð í fjør heyst kom abbadóttir Carl Aage Hilbert, sum var amtmaður í Føroyum árini 1936-45, á gátt við einum illtungum tekniskum tóli, sum hon ætlaði at savnið skuldi eiga.
Indiatítlingur
Indiatítlingurin - ið rendi seg á altanvindeygað á einum sethúsum í Miðvági í apríl, er ein av sjáldsamaru náttúrugripunum á Tjóðsavninum, tí indiatítlingur er einans skrásettur 5 ferðir í Føroyum áður.
Tekning av kvernu á hvalastøðini við Áir
Gripurin hendan mánaðin er ein teknisk tekning av kvernu á hvalastøðini við Áir.
Silvurmynturin frá Danelagen til Netflix
Silvurmynturin av Velbastað er sligin í Chester í Wessex í Suðuronglandi onkuntíð millum 910 og 915, har Netflix røðin ‘Last Kingdom’ eisini fer fram.
Kvinnumóti á Eystanstevnu í 60-unum
Gripurin hendan mánaðin er henda sjáldsama væl trofna myndin av sjey uppsnollaðum kvinnum á Eystanstevnu síðst í 60-unum.
Priapulus caudatus
Gripurin hendan mánaðin er funnin á 30 metra dýpi og hevur latínska heitið Priapulus caudatus, men onki føroyskt navn. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí hetta er eitt sera sjáldsamt dýr í Føroyum.
Snultivespan úr suðuroy
Ein av elstu gripunum í skordýrasavninum er ein snúltivespa av slagnum Homotherus locutor, ið var savnað í Suðuroy einaferð ímillum 1863 og 1868
Lykilin og hamarin
Í smiðjuni á hvalastøðini við Áir umvældu smiðirnir amboð og útgerð, rættaðu út harpunir frá hvalabátunum, sum ofta bognaðu í hvalinum. Til hetta kravdist gott handalag, og gjarna smíðaðu smiðir síni egnu amboð.
Træhesturin úr Kvívík
Ímynda tær fyri 1000 árum síðani, í víkingatíð, at børn niðri á Toft í Kvívík hava sitið og spælt við sínar leikur - harímillum ein lítlan træhest, telgdur úr einum tunnum træpetti.
Military Permit frá seinna heimskríggi
Undir seinna heimsgríggi var Sandagerði eitt týdningarmikið strategiskt mál og var eisini bumbað. Gripurin hendan mánaðin er eitt persónligt pass, sum gav atgongd til “Cable Area”, ið hernaðarliga økið Próstagarðurin í Sangagerði varð róptur.