Nýggjur savnsteknikari settur á Tjóðsavninum
Guðrið Poulsen er sett í starv sum savnsteknikari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum.
Savnsfagnaður 2021
Ársins Savnsfagnaður er í heystfrítíðini frá mánadegnum 11. og til og við fríggjadagin 15. oktober, og skráin er fylt við undirhaldi til bæði børn og vaksin.
Plantufrøðiligi urtagarður Tjóðsavnsins í Hoyvík letur alment upp.
Á mentanarnáttini 10. september er urtagarðurin opin og ymiskt spennandi verður á skránni. Sum eitt kuriosum, verður møguligt hjá urtagarðseigarum at ogna sær sjáldsomu plantuna lundararmingi
Gevið gætur, at best er at koma uttan bil vegna avmarkaðu parkeringsmøgulleikarnar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Rundvísingar á Hvalastøðini við Áir í summar
Hvønn leygardag og sunnudag til 15. august er Hvalastøðin við Áir opin fyri almenninginum við rundvísing tríggjar ferðir um dagin
Plantukanningar í Koltri
Í summar vera fyrstu plantukanningarnar í Koltri síðani 1964 og spennandi verður at síggja, hvussu gróðurin er broyttur seinastu 50 árini.
Kortlegging og eftirlit við havbotninum
Sjódjóradeildin á Tjóðsavninum hevur luttikið í stórari fleirtjóða verkætlan um at brúka trolhjáveiðu sum fyrisitingarligt amboð til verju av verndarverdum økjum á havbotninum í norðurpólshøvum
Summartúrar við Tjóðsavninum
Kom við á summartúr við okkara serfrøðingum og lær um náttúru, mentan, djóralív, fornfrøði og mangt annað
Sjáldsom føroysk gágga í belgiskari vísindagrein
Nýggj belgisk vísindagrein um ávís gággusløg í Føroyum lýsir týdningin av, at vísindastovnar hava søvn
Hvalastøðin við Áir letur upp í summar
Leygardagin tann 19. juni letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini. Til ber at síggja Hvalastøðina við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi, sum byrjaði sítt virki í 1905. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroyum.
AVLÝST: Plantufrøðiligi urtagarðurin í Hoyvík letur upp
Á mentanarnáttini 4. juni letur urtagarðurin upp alment og ymiskt spennandi verður á skránni. Sum eitt kuriosum, verður møguligt hjá urtagarðseigarum at ogna sær sjáldsomu plantuna lundararmingi
Gerandislív á Eiði 1968, myndaframsýning við fotomyndum hjá Adam Woolfitt
Hólmahúsið 22.-24. mai 2021
Á sumri 2018 fekk Tjóðsavnið stórt myndasavn frá enska fríyrkismyndamanninum Adam Woolfitt í gávu.
Myndirnar eru frá 1968 og1969 og lýsa føroysku náttúruna, gerandisdagin, arbeiðslívið og veitslulagið. Myndirnar tók Adam fyri blaðið National Geographic – ein myndarøð av “eksotisku” Føroyum. Myndirnar vórðu brúktar í grein í National Geographic í 1970, sum kallaðist “The Land of Maybe”.
Fígging latin til gransking í Koltri
Grundarlagið lagt undir 3 ára náttúrugransking í Koltri
Í farnu viku fekk Tjóðsavnið latið fígging til trý ára gransking av náttúruni í Koltri. Tað er danski grunnurin Aage V. Jensens Fonde, sum hevur mett hesa verkætlan hava so stóran týdning, at avgjørt varð at lata 2 mió. kr. til endamálið.
Tjóðsavnið á árligu ráðstevnuni hjá Vistfræðifelag Íslands
Fýra av lívfrøðingunum á Tjóðsavninum luttóku á árligu ráðstevnuni hjá Vistfræðifelag Íslands 16. – 17. apríl 2021. Orsaka av Corona var ráðstevnan netborin.
Fyrsta nýggja tøðklukkan í 105 ár
Fyri fyrstu ferð í 105 ár er eitt nýtt slag av tøðklukku skrásett í Føroyum. Hervið eru fýra sløg skrásett.
Fornminni á Kortal.fo
Jarðføst fornminni og friðaðir bygningar eru nú eisini at finna sum løg á kortalinum hjá Umhvørvisstovuni www.kortal.fo. Kortløg eru staðsettar dátur, sum kunnu leggjast á eitt bakgrundskort, eitt nú føroyakort. Onnur kortløg eru yvir adressur, matriklar, staðarnøvn o.a.
Mólendi - lívsneyðugar vistskipanir
Mólendi eru ein natúrlig loysn fyri at minka um veðurlagsbroytingar. Um vit verja tey, verja vit eisini okkara viðbreknu náttúru.
2020 er altjóða ár fyri plantuheilsu
Hetta var gjørt fyri at leggja altjóða dent á týdningin at verja plantur, soleiðis at vit kunnu minka um hungursneyð, fátækradømi og eisini verja umhvørvið og stimbra búskaparliga menning.
Tveir nýggir savnsvørðir á Tjóðsavninum
Tjóðsavnið hevur sett tveir nýggjar savnsvørðir á plantudeildini og fólkalívsdeildini.
Nýggj ársfrágreiðing
Tjóðsavnið hevur júst givið út ársfrágreiðing um spennandi og fjølbroytta virksemið í 2019
Savnsfagnaður 2020
Ársins Savnsfagnaður er í heystfrítíðini frá mánadegnum 12. og til og við fríggjadagin 16. oktober, og skráin er fylt við undirhaldi til bæði børn og vaksin.